Oyggjarnar

Mykines

Mykines er umleið 10 ferkilometrar til støddar og er tann oyggin, ið liggur longst vestur í Føroyum. Á henni búgva umleið 10-15 fólk, hóast har eru eini 40 hús.
Ein skúli er á oynni ið er frá 1894 og ein kirkja ið var bygd í 1879.

Hóast fá fólk búgva á oynni, so koma nógv fólk har um summarið og fyri 60 árum síðani búðu millum 160-180 fólk har.
Har er nógvur fuglur og eisini ganga yvir 1.000 seyðir har.

Mykines er eisini kend orsakað av málaranum Sámal Joensen-Mikines, ið man verða ein av teimum kendastu í Føroyum og verður ofta bara nevndur Mikines.
Hann var føddur í 1906, livdi í Innistovu og í dag er verksmiða hansara eitt gistingarhús og eitur Kristianshús. Mikines hevur málað yvir 25 málningar og teir eru sera nógv eftirspurdir í Føroyum.

 

Tu01 Tu03 Um01 Um02 Um03  Um05   

 

 

 

Tindhólmur

Tindhólmur er ein av oyggjunum í Føroyum mong hava sæð, men fá vitja.
Kemur ella fer ein við flogfari, er tað ofta, at man flýgur fram við Tindhólmi og hetta er ein vøkur mynd.

Tindhólmur hevur navn sítt eftir tindunum, ið standa har.
Teir nevnast: Ytsti, Arni, Lítli, Breiði og Bogdi.

Hóast eingin býr har, hevur tað ikki altíð verið so. Søgan sigur, at ein familja (maður, kona og barn) búði har einaferð, men meðan maðurin var og fiskaði, kom ein ørn og tók smábarnið og fleyg tað upp á ein av tindunum. Hóast mamman megnaði at fara eftir barninum, var ov seint. Eftir hetta flutti familjan av oynni, og síðan tá hevur eingin búsett seg har.

 

 MG 4330 IMG 4165