Felagið
Starvsfólk
Tummas Henriksen, stjóri
Jósup VA 450
Seinna hálvár í 2012 varð avgjørt at byggja nýggjan bát til at røkja rutusiglingina til Mykinesar fyri strandfaraskip landsins, og samstundis gerstmøguligt at bjóða útferðir baði vestanfyri og annars har eftirspurningur er.
Báturin er av slagnum Seigur og er bygdur í Íslandi í 2013. Longd 15m og breidd 5.30m. Motorurin er ein Volvo penta har mesta ferð er 22 knob. Báturin er undir eftirlitið av skipafelagnum og DNV.
Siglitíð til Mykines er 40min
Jósup tekur 70 ferðafólk. Tað eru 70 bjargingabeltir umborð og gummibátanir taka 100 fólk.
Brynhild VA126
Báturin er av slagnum SEIGUR og er bygdur í Íslandi í 2003. Longd 12,10m og 3,6m breiður, motorurin er ein VOLVO D12 650hk har ið mesta ferð er 28 knob. Brynhild tekur 40 ferðafólk. Siglitíð til Mykines er 40 min.
Báturin er undir eftirlitið av Skipaeftirlitinum og DNV.
Tað eru 46 bjargingar belti umborð og gummibátanir taka 50 fólk.